Meme Team í skandinavisku finaluni

mentan28-11-2020 - 10:36 - Jóanis Nielsen

Meme Team - frá Skúlanum á Giljanesi - á 6. plássi í løtuni


Meme Team luttekur í løtuni í skandinavisku finaluni í First Lego League. Annað innleiðandi umfar er gjøgnumført, og Meme Team liggur nr. 6 við 375 stigum. Besta liðið hevur 420 stig.

10:40 skulu framløgurnar dømast.

3. innleiðandi umfar av robottkoyringini verður kl. 12:40.

Finalan í robottkappingini verður umleið kl. 13:50

Beinleiðis stroyming verður frá kl. 12:00 á:

https://vimeo.com/event/499663/7d8771356a

Vit ynskja Meme Team góða eydnu.