Mynd: Reidar Simonsen.

Finnur Fríði skal landa svartkjaft til Varðan Pelagic

vinna04-12-2019 - 15:10 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði skal landa svartkjaft á Tvøroyri, men á Tvøroyri eru so nógv skip, at ikki ber til at koma til bryggju har, so teir liggja og bíða eystan fyri Suðuroynna.

Í løtuni landar Gitte Henning, teir verða liðnir kl. 6 í kvøld, so tá sleppir Finnur Fríði framat.

Finnur Fríði hevur 1.100 tons av svartkjafti. Á Varðanum Pelagic heilfrysta teir svartkjaftin.