Finnur Fríði skal landa svartkjaft á Tvøroyri

vinna28-01-2020 - 10:33 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði, sum hevur verið á leiðini við St. Kilda, har teir hava fiskað svartkjaft, kemur á Tvøroyri á middegi við 1.100 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Á Varðanum Pelagic, heilfrysta teir ein part av svartkjaftinum, ímeðan ein partur verður skorið til flak, sum so skal brúkast í surimi-framleiðsluni, sum teir fara undir seinni í ár.

Vit tosaðu umborð á Finn Fríða fyri løtu síðan, tað viðraði væl hendan túrin, teir gjørdu eisini skjótt av, vóru eitt døgn á feltinum.

Nú eru onkrir føroyskir bátar áveg suður til St. Kilda.