Finnur Fríði skal landa sild á Tvøroyri í nátt

vinna12-09-2020 - 12:03 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði, sum hevur verið á sildaveiðu norðanfyri Ísland, kemur á Tvøroyri á midnátt við 600 tonsum, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic - støddin á sildini liggur um 460 gramm.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, Arni Hansen skipari segði - at sildin, ið stóð norður úr Grímsey, fór at flyta seg eystureftir, hon fór inn í Rósungarðin (Leiðin úttanfyri Seyðisfjørðin) og har sleppa tey føroysku skipini ikki.

Í løtuni er Fagraberg einasta føroyska skipið, sum er á sildaveiðu norðanfyri Ísland.

Finnur Fríði fer aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt er at landa í morgin.