Finnur Fríði skal landa á Tvøroyri

vinna20-11-2019 - 17:00 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði kemur á Tvøroyri við 1.450 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Teir sleppa tó ikki framat at landa í kvøld, men tíðliga í morgin - kl. 5 - tá ið liðugt verður at landa Gitte Henning.

Finnur Fríði hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, heilt norðuri á 68,3N, sum er umleið 400 fj. norður úr Føroyum.