Finnur Fríði siglir inn við 1.500 tonsum av sild

vinna11-11-2017 - 10:56 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði siglir inn við 1.500 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri, teir gjørdu 4 tov.

Vit á JN.fo hava tosað umborð í morgun, teir søgdu, at nógv sild var at síggja, nú eru bara tvey føroysk skip á feltinum og nøkur russisk skip.

Finnur Fríði verður á Fuglafirði um 3-tíðina seinnnapartin, teir sleppa framat at landa sunnukvøldið, í løtuni landar Tróndur í Gøtu til Pelagos.

Finnur Fríði fer aftur á sildaveiðu í næstu viku, tá ið teir eru liðnir at landa.