Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu koma á Fuglafjørð í kvøld

vinna08-02-2018 - 22:59 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði kom á Fuglafjørð fyri løtu síðan við 1.600 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa framat tíðliga í morgin. 

Í løtuni landar Norðingur, Tróndur sleppir framat á midnátt og so eigur Finnur Fríði tørn.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir gera í kvøld klárt at fara á lodnuveiðu t.v.s. teir taka nótina umborð í kvøld, ætlanin er at loysa aftur kl. 17 í morgin.

Tróndur í Gøtu verður inni á midnátt, teir sleppa framat beinanvegin teir koma inn. Tróndur breyt túrin av, tí teir fingu spæltrupulleikar. Teir fara til Norra til Brattvaag verkstaðið at fáa spølini umvald.