Mynd: Reidar Simonsen.

Finnur Fríði og Høgaberg hava fiskað sild norðanfyri 67N

vinna18-01-2021 - 21:22 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði og Høgaberg hava verið norðanfyri og leitað eftir sild. Teir fóru upp við íslendska markinum, norður um føroyska markið norðanfyri og í altjóða sjógv, teir leitaðu heilt norður um 67N - einar 330 fj. norður úr Kallinum, har teir truffu við, men sildin stóð sera spjadd, sigur Arni Hansen skipari á Finni Fríða, teir fingu tó 800 - 900 tons hvørt skipið - sildin er í góðum standi sigur Arni Hansen, støddin liggur um 350 gramm.

Finnur Fríði hevur um 900 tons, teir skulu landa til Varðan Pelagic tíðliga í morgin, Høgaberg hevur eisini har á leið, teir verða á Fuglafirði tíðliga í morgin og landa til Pelagos.

Í kvøld eru Tummas T., Norðborg, Gøtunes og Tróndur í Gøtu har norðuri, eisini eru trý norsk skip á leiðini har føroysku skipini eru.

Sagt verður frá vindi norðanfyri komandi dagarnar.