Finnur Fríði og Christian í Grótinum landa til Havsbrún

vinna15-04-2017 - 21:24 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði kom um middagin á Fuglafjørð fullfermdur av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Í kvøld kl. 23 kemur Christian í Grótinum við 2.200 tonsum, sum teir eisini skulu landa til Havsbrún.

Finnur Fríði verður liðugur at landa á middegi í morgin, tá sleppir Christian í Grótinum framat.

Bæði skipini hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har nógv skip royna.