Finnur Fríði nýggjan hekkukrana

vinna30-07-2020 - 16:52 - Jóanis Nielsen

Finnur Fríði hevur ligið á Klaksvík í góða viku og bíðað eftir nýggjum hekkukrana

Í morgun fóru menn frá KSS og stóri kranin hjá IR-bilar at montera kranan av slagnum SeaQuest, sum er 12 m til longdar og lyftir 5 tons. Tann gamli kranin lyfti bert góð 2 tons, so hesin ger góðan mun.

Hekkukranin verður brúktur at fáa posan út við og eisini at hjálpa til við lemmunum við hvørt.

Nýggi kranin, sum er gjørdur í Írlandi, er av merkingum SeaQuest, sum KSS hevur staðið fyri at útvega og seta upp.

Teir frá Varðanum rokna við, at Finnur Fríði fer til makrel seinni í august.

Orð og myndir Dávur Winther.