Finnur Fríði landar til Havsbrún

vinna18-03-2017 - 15:49 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði kom í morgun á Fuglafjørð við 1.700 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Finnur Fríði royndi í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, har bleiv óveður, so teir avgjørdu at koma heim, áðrenn teir komu á Fuglafjørð leitaðu teir eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, men tað var ikki nógv at síggja. Trónur í Gøtu og Jupiter royna eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi.