Mynd: Reidar Simonsen.

Finnur Fríði landar svartkjaft á Tvøroyri

vinna30-11-2019 - 15:03 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði er áveg inn eftir Tvøráfirði við 800 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, á virkinum á Tvøroyri verður svartkjafturin heilfrystur.

Teir hava roynt í føroyskum sjógvi eystur úr Fugloynni, har fleiri føroysk skip royna, eisini eru fleiri íslendsk skip á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi og harafturat tvey russisk skip.