Mynd: Reidar Simonsen.

Finnur Fríði landar sild á Tvøroyri

top22-05-2019 - 19:45 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði kemur á Tvøroyri um 11-tíðina í kvøld við 900 tonsum av sild, sum teir hava fiskað norðast í føroyskum sjógvi - á umleið 65N.

Finnur Fríði fór út sunnudagin, teir leitaðu norðureftir, og norður í móti markinum truffu teir við.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga at sildin kundi verið feitari, men er annars góð.

Á Varðanum Pelagic skulu teir heilfrysta sildina.