Finnur Fríði landar í Fuglafirði

Vinna27-11-2017 - 13:07 - JN

Fyrrapartin kom Finnur Fríði á Fuglafjørð, har teir longu eru byrjaðir at landa til Pelagos. Finnur Fríði hevur henda túrin roynt eftir makreli vestan fyri Hetland. Teir hava fingið 900 tons av makreli, sum verður landaður til Pelagos.