Finnur Fríði landar í Fuglafirði

Vinna21-11-2017 - 22:01 - Jóanis Albert Nielsen
Tíðliga í morgun kom Finnur Fríði á Fuglafjørð har teir skuldu landa sild til Pelagos. Finnur Fríði slapp framat at landa klokkan 11.

Finnur Fríði hevur henda túrin roynt langt norði í altjóðasjógvi, og hava teir fingið 1800 tons av sild henda túrin. 

Finnur Fríði fer nýggjan túr væntandi í annaðkvøld.