Mynd: Óli Horn

Finnur Fríði landar á Tvøroyri

Vinna20-10-2018 - 17:43 - Jóanis Albert Nielsen

Finnur Fríði verður á Tvøroyri í kvøld. Teir hava roynt eftir sild norðanfyri Føroyar. 

Finnur Fríði hevur trola eftir sild og hava teir fingið 1500 tons. Støddin á sildini liggur um 400 gramm verður sagt av Finnur Fríða.

Byrjað verður at landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri klokkan 19.