Finnur Fríði landar 1.200 tons av sild í Fuglafirði

vinna04-11-2017 - 13:07 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun við 1.200 tonsum av góðari sild, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.

Tróndur í Gøtu landaði í gjár og í nátt til Pelagos, teir vóru liðnir at landa tá ið Finnur Fríði kom á Fuglafjørð.