Nýggjastu


Mynd: Reidar Simonsen.

Finnur Fríði kom á Tvøroyri í kvøld

vinna09-10-2018 - 21:47 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði, sum hevur verið á sildaveiði í føroyskum sjógvi norðanfyri, kom á Tvøroyri í kvøld við 1.300 tonsum av sild, sum teir landa til Varðin Pelagic.

Finnur Fríði hevur roynt í útnyðringshorninum uppat íslendska markinum, føroysku skipini royna føroysku megin og fleiri íslendsk skip beint hinumegin markið.