Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í nátt

Vinna10-01-2017 - 11:54 - Jóanis Albert Nielsen

 Finnur Fríði kom á Fuglafjørð klokkan tvey í nátt at landa makrel.

Finnur Fríði hevur henda túrin roynt við Hetland, og hava teir 1100 tons at landa, miðalstøddin á makrelinum liggur um 350 gramm. Landað verður til Pelagos.

Tá ið Finnur Fríði fer aftur til fiskiskap, fer hann væntanði á svartkjaftaveiðu.