Mynd: Óli Horn.

Finnur Fríði kemur á Tvøroyri við 1.500 tonsum av sild

vinna12-09-2019 - 23:18 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði, sum hevur roynt eftir sild norðanfyri Ísland, fór í nátt at sigla heim, teir hava 1.500 tons av góðari sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri á middegi í morgin.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, tað er góð sild teir koma við - 450 gramm, teir royndu nakað norður úr Grimsey.

Finnur Fríði er júst komin í føroyskan sjógv, teir hava gott veður, men tað fer at lotað inn á síðuna seinni í nátt.

Christian í Grótinum er eisini í íslendskum sjógvi á sildaveiðu og Jupiter, Norðborg og Fagraberg eru áveg á sildafeltið norðanfyri Ísland.