Finnur Fríði hevur landað lodnu til Pelagos

vinna14-02-2018 - 09:17 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði kom á Fuglafjørð seinnapartin fastalávintsmánadag við 1.000 tonsum av lodnu, sum teir høvdu fiskað útfyri Eysturlandinum.

Teir hava landað lodnuna til Pelagos, teir byrjaðu at landa beinanvegin teir komu á Fuglafjørð og vórðu liðnir kl. 8 í morgun.

Finnur Fríði fer nú aftur til Íslands á lodnuveiðu.