Finnur Fríði hevur fiskað lodnukvotuna

vinna26-02-2021 - 10:16 -

 Finnur Fríði kom á Tvøroyri um 8-tíðina í morgun, teir komu undan Íslandi, har teir hava fiskað lodnu útfyri Suðurlandinum.

Finnur Fríði hevur 900 tons, sum teir landa til Varðan Pelagic, har lodnan verður heilfryst.

Andri Hansen skipari á Finni Fríða sigur, at tá ið liðugt verður at landa, tá skal ymiskt viðlíkahaldsarbeiði fáast frá hondini, áðrenn skipið aftur fer til fiskiskap, tað kemur at taka nakrar vikur.