Mynd: Óli Horn

Finnur Fríði er fullur uppundir lúkurnar

Vinna19-05-2017 - 16:44 - Jóanis Nielsen

Finnur Fríði er á veg inn, hann er fullur uppundir lúkurnar verður sagt av Finnur Fríði, tá ið JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðani.

Finnur Fríði hevur roynt í ein útsynning úr Suðuroynni, og hava teir fiskað 2.500 til 2.600 tons av góðum svartkjafti. Finnur Fríði skal landa til Havsbrún í Fuglafirði henda túrin, og verða teir har í kvøld. 

Finnur Fríði sleppir tó ikki framat fyrr enn sunnudagin. Í løtuni er Tróndur í Gøtu og landar, síðani sleppir Norðingur framat, og so Polar Amaroq áðrenn Finnur Fríði sleppir framat.