Finnur Fríði er ávegis á Tvøroyri

Vinna23-01-2020 - 08:13 - Jóanis Albert Nielsen
Um 19 tíðina í gjárskvøldið setti Finnur Fríði kós av makrelfeltinum vestur úr Hetlandi, tá settu teir kós á eftirlitpunktið við 1200 tonsum av makreli.

Finnur Fríði verður á Tvøroyri seinnapartin í dag, har teir skulu landa makrelin til Varðan Pelagic. Í løtuni landar Jupiter til Varðan Pelagic.