Mynd: Óli Horn.

Finnur Fríði er áveg á Tvøroyri

vinna22-09-2018 - 17:27 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði er áveg á Tvøroyri við 400 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic, teir verða á Tvøroyri kl. 6 í kvøld og sleppa framat at landa kl. 8 í kvøld. Á Varðanum Pelagic verður makrelurin heilfrystur.

Vit á JN.fo hava tosað umborð fyri løtu síðan, sagt varð, at tað sær út til, at makrelurin gongur í ein landsynning og tí kanska fer úr føroyskum sjógvi, men tað kann kanska eisini vera at áhaldandi høgættin hevur sína ávirkan á gongdina. Støddin á makrelinum er nú heldur minni en undanfarnu túrar, støddin liggur um 420 gramm.

Norðanfyri føroyask markið, ella norðuri á 67 fiska fleiri íslendsk og russisk skip, tey fáa stóran og góðan makrel har norðuri.

Finnur Fríði fer helst aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa.