Finnur Fríði er áveg á Fuglafjørð

vinna20-03-2020 - 09:32 - Jóanis Nielsen

Finnur Fríði, sum hevur roynt vestur úr Írlandi, kemur á Fuglafjørð leygardagin við 2.400 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir høvdu fínasta veður og roknaðu við, at fáa gott veður allan vegin á Føroyar, teir verða á Fuglafirði seinnapartin leygardagin og rokna við at sleppa framat at landa tíðliga sunnunáttina.