Finnur Fríði er á veg inn

Vinna19-01-2020 - 09:52 - Jóanis Albert Nielsen
Finnur Fríði, sum hevur verið á makrelveiðu í ES-sjógvi eystur úr Hetlandi, fór tíðliga í gjáramorgunin at sigla heim. 

Finnur Fríði hevur henda túrin fingið 1200 tons av makreli og liggur støddin á makrelinum um 400 gramm í miðal. 

Finnur Fríði verður á Tvøroyri einaferð seinnapartin í dag, og sleppa teir framat at landa til Varðan Pelagic tá ið liðugt er at landa Gitte Henning 1.