Finleif hevur listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Mentan05-03-2017 - 12:05 - Jóanis Albert Nielsen

í dag letur Finleif Mortensen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður í dag kl. 17. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Umframt lættari ábit, kemur Rani Nolsøe at framføra eitt sindur av tónleiki og Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu flytur fram røðu.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 31. mars.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin !