F.v.: John Haldansen, Vestmanna, Bjartur Tórhalsson, Vestmanna, Janus Foldbo Holm, Streymnesi, Christian Larsen, Vági og Fróði Johansen, Signabø.

Fingu prógv á Sjónámi í dag

Mentan18-01-2018 - 21:20 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag fingu teir í skipsatstøðaraflokkinum á Sjónámi prógv. Útbúgvingin til skipsatstøðara er altjóða góðkend og tekur 6 mánaðir.

Fyri at mynstra á dekkinum á einum handilsskipi, skal ein hava staðið skipsatstøðaraútbúgving.

Føroyar hava atlimaskap í IMO og hava tikið við øllum sáttmálum, sum IMO hevur staðið fyri. Ein av hesum sáttmálum er STCW, sum m.a. eisini ásetir innihaldið í skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingini, lýsir innihaldið í skipsatstøðaraútbúgvingini.

Tær 20 vikurnar á Sjónámi fevna um bæði bókligar og verkligar lærugreinar. Tað bókliga er 40% av útbúgvingini er bóklig og fevnir um m.a. arbeiði við sjókorti, støðuleika í skipum og hav- og umhvørvi. Tann verkligi parturin er 60% av útbúgvingini og fevnir m.a. um smiðjulæru, viðlíkahald og arbeiðstrygd.

Afturat koma ymisk skeið: trygdarskeið, bátaføraraskeið, eldsløkking og roykkaving, reinføriskeið, radioskeið, verndaransni og skeið í viðgerð við vandamiklum evnum.

Gestarøðari við hátíðarhaldið í dag var Ólavur Hansen, skipari hjá Skansa Offshore. Hann byrjaði sína starvsleið við skipsatstøðaraútbúgving fyri 25 árum síðan, og hann segði m.a. í taluni, at tað eru mangir føroyingar, sum eru byrjaðir við skipsatstøðaraútbúgvingini og umborð í einum fiskiskipi, og tað hevur víst seg, at hendan byrjanin er sera hent og eitt ógvuliga haldgott grundstøði fyri einari góðari starvleið á sjónum.

Nýggjur flokkur byrjar mánadagin.

Janus Foldbo Holm fekk virðisløn frá Norðoya Sparikassa fyri framúr gott úrslit.

Bjartur Tórhalsson fekk virðisløn frá Betri banka fyri framúr gott úrslit.