Fingu 115 grásúlur á Flatadrangi

mentan04-09-2019 - 15:49 - Jóanis Nielsen

 Mykinesmenn vóru í gjár á Flatadrangi eftir súlum, teir fingu 115 grásúlur, tað er tað mesta teir vita um í nærum 70 ár, sigur Esbern í Eyðanstovu, bóndi í Mykinesi við JN.fo.

6 mans vóru uppi á dranginum og so nakrir á bátunum, teir fóru avstað kl. 12.30 og vóru aftur lendingini kkl. 15.30, alt gekk uppá stás.

Myndirnar eru frá Esbern í Eyðanstovu.