Finalupláss upp á spæl í Klaksvík

ítróttur07-03-2021 - 09:51 - Jóanis Nielsen

FBF: Meistaradeild kvinnur:


Finalupláss upp á spæl í Klaksvík

Í dag kann Dráttur taka eitt stórt fet ímóti FM finaluni í Meistaradeildini, vinnur liðið sær trý stig ímóti Mjølni. Tá ferð gloppið niður til Fleyr á triðja plássi at gerast so stórt, at hugflogið á roknimaskinuni skal vera eins stórt, fyri at finna møguleikar til Fleyr at taka Drátt aftur – tó at tað er ikki ógjørligt.

Men ein sigur er ikki bara ein sjálvfylgja ímóti Mjølni, sum vann seinasta dystin teirra millum 3-2.