Fimmti ára hátíðarhald í Zarepta í morgin

mentan13-10-2017 - 16:15 - Jóanis Nielsen

 Skjótt gongur tíðin, tað sanna vit mangan tá vit líta aftur á farnar dagar og ár. Móses syngur í sálmi 90:10 at “vit flúgva avstað”.

Í ørindi 12 er bøn Mósesar: “At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjarta!”

Sum øllum kunnugt, hevur Zarepta sum frálíður mong ár á baki. Tað er við gleði og takksemi fyri Guds stóru signing, varðveitslu  og náði, at vit kunnu telja fimmti ár í ár, síðani Zarepta byrjaði í Vatnsoyrum.

Nógv er broytt gjøgnum árini, karmarnir dagførdir, legurnar fleiri, men endamálið óbroytt: at vinna børn og ung fyri Kristus.

Vit ynskja at gleðast um hetta, saman við tykkum, við at bjóða tykkum vestur í Zarepta leygardagin  tann 14.10.2017. Dagurin byrjar kl. 13.00 og endar kl. 18.00, har skipað verður fyri løtum í salinum og filmsbrot og myndir vera at síggja. Løturnar báðar hava sama innihald, so til ber at velja tíðina á degnum, ið hóskar best. Boðið verður til ein góðan drekkamunn gjøgnum dagin.

 

Skrá:

13:00  Tiltakið byrjar
13 – 18

 Filmsbrot víst á skíggjarnar í Niðarustovu og í Glasstovuni á brúnni.

 Endursýning av filmsbrotum hvønn ½ tíma.

13 – 18 Drekkamunnur í matarhøllini
14.00 Løta í salinum við sangi og røðum
16.00 Løta í salinum við sangi og røðum
18.00 Tiltakið endar

 

Tað hevði glett okkum at sæð mong til hendan dagin - skrivar www.Zarepta.fo