Fimm tilburðir í gjár

corona27-09-2021 - 12:27 - Jóanis Nielsen

Í gjár vóru fimm nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og smittukeldan er kend.

813 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 74 smittað í Føroyum.