Filmsfestivalin Vestfilm verður í Vestmanna um vikuskiftið

mentan29-04-2020 - 14:06 - Jóanis Nielsen

Filmsfestivalin Vestfilm, ið verður í Vestmanna um vikuskiftið.

Stutt samrøða við lokal radio –

Tað verður gott og føroyskt verður um vikuskiftið, tá ið fyrsti føroyski drive in filmsfestivalurin fer av bakkastokkið fyri fyrstu ferð. Tað verða ikki færri enn 31 føroyskt framleiddir stutt- og spæli longds filmar vístir á festivalinum. Og alt yvirskotið fer óskert aftur til leikstjórarnar, ið hava framleitt filmarnar.

Hetta er eitt gylt høvi, at samla tíni nærmastu í ein bil, og fara ein biltúr til Vestmannar at njóta tað besta, ið føroyska filmsvinna hevur at bjóða, sigur fyriskiparin Durita Fagradal Augustinussen. Arbeitt hevur verið í døgndrift í eina viku, at fáa hendan serstaka mentanar festivalin upp at koyra, og nú er alt klárt sigur hon. Samstundis vísir hon eisini a, at tey hava havt samband bæði við heilsumyndugleikar og løgregluna, soleiðis at trygdin á festivalinum er í hásæti, eisini tá ið tað kemur til korona.

Í Vestmanna gleða tey seg, at taka í móti glaðum hyggjarum og at kunna njóta løtuna saman við fólkið, ið vónandi koma allastaðni kring landið frá.

Atgongumerki til sýningarnar kunnu keypst her á heimasíðuniwww.Vestfilm.fo

Atgongumerkjasølan hevur alvorliga tikið dyk á seg seinastu 24 tímarnar, so tað ræður um at skunda sær, leggur Durita Fagradal Augustinussen afturat.