Filmsbrot: Øll manningin fingin av skipinum

Vinna05-04-2021 - 22:08 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 10 í morgun lokala tíð sendi "Eemslift Hendrika" út neyðarkall. Skipið hevði fingið slagsíðu upp á umleið 30 stig. Tá ið skipið sendi neyðarkall út, var tað statt einar 60 fjórðingar vestur úr Ålesund.

Átta av manningini blivu bjargaðir av skipinum fyrrapartin, og valdi skiparin at fýra av manningini skuldu royna at bjarga skipinum. Norskir miðlar skriva, at um 20 tíðina í kvøld valdu teir eisini at fara av skipinum. Tað var gjørt tí vandi var fyri at skipið skuldi koppa.

Les meira her.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=deE3e39_ar4]