Filmsbrot: Flogfar hjá Luftwaffe gjørdi eitt low-pass í Vágum í gjár

top25-04-2019 - 12:19 - Jóanis Albert Nielsen
Luftwaffe er navni hjá týska herinum í luftini. 

Eitt Airbus a400M-Atlas flogfar hjá Luftwaffe gjørdi eitt sokallað low-pass yvir flogvøllinum í Vágum í gjár. Eitt "low-pass" er tá ið eitt flogfar flýgvur langt niðri, men setur seg ikki.

Airbus a400M-Atlas flogførini hava 10 ára á baki í ár, og higartil eru 80 flogfør av teimum framleidd. Tey eru 45,1 metrar til longdar, breiddin er 42,4 metrar, og hæddin á teimum er 14,7 metrar. Samanlíkna vit tað við tað størsta flogfarið hjá Atlantic Airways, so er tað 37,6 metrar langt og 34 metrar breitt.

Luftwaffe hevur um 45.000 fólk í starvi í herinum, og hevur um 15.000 fólk í hernaðarskyldu. Luftwaffe hevur 454 flogfør.
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=kLeuVHWgI-k&feature=youtu.be]
Upptøka: Páll P. Joensen