Filmsbrot: Betri letur 1 mió. til bjargingarfeløg

07-02-2019 - 19:34 - Jóanis Albert Nielsen

Betri: Fyrr í vikuni tóku øll virknu bjargingarfeløgini í Føroyum ímóti peningagávu frá Betri Stuðulsgrunninum.

Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, handaði gávuna og takkaði fyri tað megnar arbeiðið, sum bjargingarfeløgini gera.

- Ímillum tykkum hava tit heilt sikkurt nógvar tímar úti á bjargingarátøkum. Tá onnur ikki strekkja til, strekkja tit til. Í øllum veðri. Og tit eru altíð til reiðar, tá tørvur er á hjálp, segði Ingunn Eiriksdóttir millum annað.