Filmsbrot av Notre Dame dómkirkjuni

top15-04-2019 - 22:25 - Jóanis Albert Nielsen

Tíðliga í kvøld kom eldur í Notre Dame-dómkirkjuna í París í Frankaríki. Dómkirkjan er eitt av teimum støðunum flest fólk vitja í Frankaríki.

Notre Dame-dómkirkjan er ein av teimum bygningunum, flest ferðafólk í Fraklandi vitja, og nú stendur hon í ljósum loga.

Byrja var at byggja kendu dómkirkjuna í 1163, og ikki fyrr enn umleið 200 ár seinni stóð hon liðug í 1345.

Kirkjan er 128 metrar long, og 48 metrar breið. Har hon var hægst var hon 69 metrar.

Vis dette opslag på Instagram

💔😢 Sad forThe Cathédrale Notre Dame de Paris 🙏🏾

Et opslag delt af didierdrogba (@didierdrogba) den