Fíggjarlógaruppskotið eitt sminkað lasafar

Politikkur28-09-2018 - 17:25 - Jóanis Albert Nielsen

Á sjálvum fíggjarlógaruppskotinum, eru rakstrarútreislurnar 232 mió. kr. hægri enn á fíggjarlógini fyri 2018. Tað svarar til 5%.

Men útgaldið úr Samhaldsfasta, verður hækkað við 120 mió. kr og tað sæst ongastaðni á fíggjarlógaruppskotinum.

Við tí verður raksturin hækkaður yvir 7%.

Eitt útreiðslugildið, ið ikki kennir sín líka.

Bara Aðalráðini, tvs. skrivstovurnar hjá landsstýrifólkunum hækka við 7.5 millónum krónum.

Eri ofta spurdur um eg vænti val í heyst. Tá havi eg svara, at um sosialistar hava pening, so keypa teir hvønn annan til frið. Júst tað er hent við hesi fíggjarlógini.

Útgjaldið úr Samhaldsfasta er ikki við, men allar skattainntøkurnar haðani eru við og eru brúktar. Samhaldsfasti verður jú bæði forskattaður og eftirskattaður.

Bæði landsstýriskvinnan og løgmaður hava sagt, at løgurnar skulu tálmast, tí búskapurin er ov heitur. Á fíggjarlógaruppskotinum skal brúkast eins nógv til løgur í 2019 sum í 2018.

Tó hava tey skorið burtur bygning til Sjóvinnustýri, sum skuldi byggast í Vágum. At steðga hesum bygninginum skal verða miraklið, sum skal køla allan búskapin. Tó brúkar man somu krónir til løgur næsta ár, sum í ár.

Í búskaparfrágreiðingini stendur at búskaparvøksturin er steðgaður. Men tað leggur Kristina Háfoss líka í, tí á fíggjarlógaruppskotinum vantar hon stóran vøkstur í inntøkunum. Hetta hongur ikki saman, men er góð sminka og kann rættvísgera ovurstóra útreiðsluvøksturin.

Eitt sminkað lasafar, hvørki meir ella minni.

Jørgen Niclasen, tingmaður