FF Klettar hevur skipað nýggja nevnd í kvøld

ítróttur08-03-2018 - 21:40 - Jóanis Albert Nielsen

FF Klettar, føroyska fótbóltsfelagið í Århus hevur skipað nýggja nevnd í kvøld. Nakað av útskifting hevur verið í nevndini í ár.

Nevndin sær soleiðis út:

Formaður: Brandur Heinason

Næstformaður: Hørður Hentze Johansen

Kassameistari: Páll Mortensen

Stuðulsábyrgdarmaður: Hans Otto Samuelsen

Dystarsamskipari: Beinir Danielsen

Tiltakslimur: Hjalgrímur Janusarson Vestergaard

Tiltakslimur: Fróði Ludvig

FF Klettar varð sett á stovn 23. februar 2013. Í ár hevur FF Klettar meldað eitt 11 mans lið til kappingarárið 2018. Frammanundan hevur felagið havt bæði 7 mans lið við kvinnum og monnum. Sum skilst heldur venjarin Fróði Ludvig fram til í summar.

Fyrsti dystur felagsins verður 8. apríl.