FF hevur fatur á rætta endanum

Politikkur20-09-2018 - 12:18 - Jóanis Nielsen

Eftir ábreiðslur frá Føroya Fiskimannafelag er Fiskimálaráðið nú sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum farið at endurskoða mannagongdirnar í sambandi við útskriving av fiskiloyvum.

Fiskimannafelagið heldur upp á, at fiskiloyvi í sambandi við menningarkvotur eru skrivað út av órøttum, tí lønarviðurskiftini ikki vóru í lagi. Tað snýr seg um fiskiloyvi at fiska kvotur, sum virki á landi hava fingið – virki, sum ikki hava sáttmála við manningarfeløgini.

Tí krevur Fiskimannafelagið, sum eg havi skilt tað, at Fiskimálaráðið fram eftir eftirkannar øll manningarviðurskiftini, áðrenn Vørn skrivar eitt fiskiloyvi út til eitt skip.

Tað var sera umráðandi fyri Tjóðveldi, ikki minst undirritaða, at fáa manningarviðurskiftini tryggjað, tá lógin um fyrisiting av sjófeingi varð smíðað. Tó sjálvandi uttan at gera seg inn á sáttmálarnar og frælsa samráðingarrættin.

Greinin um manningarviðurskiftini skuldi vera fløskutøtt, tí ongin ivi mátti vera um, at tey altíð eru tryggjað, sama hvat fyri fiskiskap, talan er um, og sama hvør rættindahavarin er.

Tí eri eg heldur ikki í iva um, hvussu vit vildu og hildu, at § 51, sum ásetir reglurnar um manningarviðurskifti, skuldi skiljast, og hvussu hon skuldi umsitast.

Og tí eri eg heldur ikki í iva um, at Fiskimannafelagið hevur rætt – partvíst. Partvíst, tí tað er ikki vist, at loyvini eru skrivað út av órøttum, um hugt verður eftir, hvørjar skyldur útskrivandi myndugleikin, Fiskiveiðieftirlitið/Vørn, hevur. Og partvíst, tí eg haldi ikki, at Fiskimálaráðið hevur skyldu at eftirkanna alt, ÁÐRENN loyvi verða skrivað út. Eftirkanning skal hinvegin sjálvandi gerast, tá Fiskimálaráðið verður gjørt vart við, at viðurskiftini ikki eru í lagi.

Stjórin í Vørn segði við útvarpið, at tey við ársbyrjan høvdu fingið lógarkravdu váttanirnar frá reiðarunum um, at lønarviðurskiftini vóru í lagi.

Í so máta hevur Vørn gjørt sína skyldu, tí stovnurin hevur bara skyldu at tryggja sær, at váttan fyriliggur. Vørn hevur nevniliga IKKI skyldu at tryggja sær, at tað, sum váttað verður, eisini er í samsvar við lógina. Tí Vørn hevur ikki eftirlitið við, at júst regluásetingarnar í § 51, stk. 1 og 2, verða hildnar. Hetta undantakið stendur beinleiðis í § 63 í lógini. Tí er tað Fiskimálaráðið sjálvt, ið má taka sær av møguligum kærum um brot á hesar regluásetingarnar ella onnur ivamál teimum viðvíkjandi.

Grein 51 í lóg um sjófeingi er soljóðandi:

§ 51. Skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skulu lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.
Stk. 2. Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Er ávísur fiskiskapur ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skal tann, sum søkir fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir um, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skulu hava arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Øll, sum yvirhøvur fáa fiskiloyvi, skulu sostatt vátta, at ásetingarnar í § 51 verða hildnar. Tað er tann váttanin, sum Vørn skal hava.

Er fiskiskapurin hinvegin als ikki fevndur av galdandi sáttmálum, skal skrivlig avtala gerast um lønarviðurskiftini millum avvarandi manningarfeløg og tann, ið varar av skipinum. Tað kann til dømis vera, um talan er um virki á landi, sum fáa menningarkvotur ella keypa kvotur á uppboðssølu.

Um eitt manningarfelag, sum í hesum føri Føroya Fiskimannafelag, próvfast kann vísa á, at eitt skip hevur fingið fiskiloyvi til kvotu, ið ikki er fevnd av sáttmála, hóast ongin skrivlig avtala var gjørd, so er váttanin, sum Vørn upprunaliga fekk, og sum var ein fortreyt fyri fiskiloyvinum, ikki í samsvari við veruleikan.

Adressan fyri kærum um hetta er tá Fiskimálaráðið, sum hevur heimild til um neyðugt at taka fiskiloyvið aftur.

Men tað er altso ikki fyrr enn brotið er staðfest, at inntriv kann gerast. Í fyrstu syftu má ein váttan frá avvarandi reiðaríi takast fyri fult av Vørn, sum síðani skrivar loyvi út. Um eitt manningarfelag so aftaná staðfestir brot, má Fiskimálaráðið sjálvandi gera neyðugu inntrivini.

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum