Fernisering á Café Manna

mentan29-09-2017 - 16:20 - Jóanis Nielsen

Mikudagin 4. oktober kl. 17 verður fernisering á Café Manna.

20 ára gamli Magnus Lydersen sýnir fyri fyrstu ferð sína myndlist fram alment.

Nógv av tí hann teknar og málar, er inspirerað av tónleikinum hann lurtar eftir í gerandisdegnum. m.a. bólkurin Radiohead.

Sjálvur er hann tónleikari og spælir bass og guitar.

Hann er føddur og uppvaksin í Miðvági og byrjaði av álvara at tekna, tá hann var um 12 ára aldur.

Magnus gongur nú á HF, men hevur eisini roynt sjólívið, har hann hevur verið við línubáti í 2 ár.

Undir ferniseringini undirheldur Vinjard Egilsnes Petersen við klaverspælið frá kl. 17:30.

Øll eru vælkomin.