Ferðsluóhapp í Miðvági

top15-06-2019 - 17:57 - Jóanis Nielsen

 Óvanliga nógv bilferðsla er í Vágum í dag, tað kemst av nógva virkseminum í Sørvági, har tað bæði er Country-festivalur og Truck-festivalur, nógvir bilproppar hava eisini verið í Sørvági, fólk hava øll skund, so propparnir øsa fólk eitt sindur, tó tað kann ikki líknast við bilkøirnar í høvuðstaðnum.

Í Miðvági, við Magnstøðina, var eitt minni óhapp fyri løtu síðan, har tveir bilar fingu skaða.

Vit hava fingið myndina sendandi.