Ferðsluóhapp á landsvegnum norðanfyri Hvítanes

12-09-2019 - 14:30 - Jóanis Nielsen

 Fyri løtu síðan hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum norðanfyri Hvítanes.

Ein bilur bremsaði upp, tí seyður var á vegnum, men bilurin sum koyrdi aftanfyri rendi í reyvina á bilinum, ið bremsaði fyri seyðunum, soleiðis at annar bilurin fór niðan av vegnum.

Eingin fólkaskaði hendi av óhappinum.