Ferðslucafé í Vágum í morgin

19-01-2018 - 20:00 - Jóanis Albert Nielsen

Leygardagin verður drekkamunnur og ferðsluprát á Gamla Hotelli í Miðvági.

Vit fara at seta hol á evnið ferðslutrygd í Vága Kommunu, og hvat skal gerast við øktu ferðsluna ígjøgnum bygdirnar.

Kom og ver við til at seta orð á støðuna, og ver ein partur av loysnini.

Drekkamunnur og grønakaka verða at fáa afturvið prátinum.

Tiltakið er frá kl 14 til 17.