Bergur Thomsen, stjóri á 62°N og Fía Selma Nielsen, leiðari á Kundatænastuni í Betri Banka

Ferðast nú – gjald seinni

Vinna15-01-2018 - 16:32 - Jóanis Albert Nielsen

Nú bjóðar 62°N saman við Betri Banka eina spildurnýggja ferðafígging – Snarlán.

-Vit hava leingi kunna staðfest, at tørvur hevur verið á einum meira smidligum fíggingarmøguleika til privata marknaðin. Tað er ikki altíð, at búskapurin loyvir at ein heil familja kann ferðast, tað verið seg í bráfeingis ørindum ella ein hart tiltrongd summarferð, sigur Bergur Thomsen, stjóri á 62°N.

- Saman við Betri Banka hava vit ment hendan nýggja møguleikan, sum vit vita, at fólk hava eftirspurt í longri tíð. Avbjóðingin hevur verið at funnið ein einfaldan og ikki minst skjótan leist til tænastuna, og har hevur Betri Banki víst seg at vera ein munagóður viðspælari.

Við Snarlán ferðafígging kanst tú ferðast, tá tær lystir. Tað tekur bert eitt lítið bil, frá tí at tú søkir um ferðafígging, til tú hevur ferðaseðilin, um fíggingin verður játtað.

Mannagongdin er skjót og ómakaleys:

1. Vel tær eina ferð

2. Bið um eitt óbindandi ferðatilboð frá 62°N

3. Søk um Snarlán frá Betri Banka

4. Pakka taskuna

Allar umsóknir um Snarlán verða viðgjørdar beinanvegin. Hetta merkir, at í arbeiðstíð bankans fært tú vanliga svar frá Betri Banka innan fyri 15 minuttir.

Á 62°N eru vit sera fegin um at kunna bjóða nýggju tænastuna, tí vit meta hana fara at nøkta ein tørv, ið áður hevur ligið á láni.