Ferðast grønt – lat bilin standa

Mentan11-04-2017 - 20:58 - Jóanis Albert Nielsen

Við støði í Umhvørvispolitikkinum "Grøna leiðin" fer Tórshavnar kommuna í næstum undir eitt nýtt átak innan burðardygga ferðslu.

Átakið "Ferðast grønt" fer av bakkastokki 20. apríl og verður í allari kommununi - frá Kirkjubø til Kollafjarðar og út í Nólsoy.

Átakið fer at seta sjóneykuna á burðardygga ferðslu, ið er at súkkla, ganga og koyra við bussi til arbeiðis ella í skúla.
"Ferðast grønt" verður í tíðarskeiðinum apríl til september, og fer átakið at vitja við skúlar og í Steinatúni.

Byrjað verður 20. apríl í Steinatúni, har Tórshavnar kommuna bjóðar teimum fyrstu 200, ið koma oman í Steinatún, skúlabreyð og mjólk frá MBM. Nógv spennandi verður á skránni alt summarið, og hava luttakararnir møguleika at ogna sær okkurt ókeypis heim við.

Fylgið "Ferðast grønt" á facebook.com/ferdastgront og fylgið við hvat ið næst hendir.