Ferðast aftur vestureftir

02-07-2020 - 19:36 - Jóanis Albert Nielsen

Havstovan: Merkta grindin úr Bø hevur seinastu dagarnar aftur ferðast vestureftir. Hon er nú farin um 24 breiddarstig, og er líka vestliga, sum tá hon vendi á Reykjanesrygginum. Dýpið er 2500 metrar.

Merkta grindin úr Havn fór fyrst tætt fram við Rockall, og er síðan farin vestur í hellingina, har dýpið er 1000 metrar. Enn ein sendari er sløknaður, so nú virkar bert ein sendari í hesi grindini.