Mynd:Mynd: Eyðun Høgnesen.

Ferðamannaskipið BLACK WATCH vitjar í Klaksvík

vinna09-07-2018 - 11:56 - Jóanis Nielsen

 Ferðamannaskipið Black Watch leggur í skrivandi stund til bryggju í Ánunum, tað er eitt av mongu ferðamannaskipunum, sum í ár vitja Klaksvík.

Skipið verður liggjandi allan dag í Ánunum.

Black Watch er 205 metrar langt og 24 metrar breitt.

Myndirnar hevur Eyðun Høgnesen tikið fyri løtu síðan.