Ferðamannaskip kom á Havnina í morgun við útvið 4.000 fólkum

top20-07-2016 - 11:29 - Jóanis Albert Nielsen

Tíðliga í morgun legði Mein Schiff 4 at bryggju í Havn, talan er um eitt nýtt og sera stórt skip. Tað kom hendavegin eftir at hava verið í Íslandi.

Tað er týska felagið TUI Cruises, sum var stovnað í 2007, ið hevur latið risa skipið byggja. Tað var á heysti í 2011 at felagið gjørdi av at byggja skipið. Tað er ein skipasmiða í Finnlandi ið hevur bygd skipið, og tað var sjósett á heysti í 2014, og á sumri í fjør var stóra ferðamannaskipið sett í sigling.

Mein Schiff 4 er 293 metrar langt og 42 metrar breitt. Tað er pláss fyri 2.790 ferðafólkum og manningin telur 1.030 fólk. Mein Schiff 4 er heimahoyrandi á Malta. 

Vit tóku nakrar myndir av skipinum í morgun.